Erik Jensen, formaður í grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix

Siumut í Grønlandi vil hava skjóta fólkaatkvøðu

Formaðurin í Siumut ætlar, at fólkaatkvøða skal vera um sjálvstýri í Grønlandi.

Erik Jensen, formaður í grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix

Grønlendski stjórnarflokkurin Siumut vil hava fólkaatkvøðu í Grønlandi um sjálvstýri í næsta valskeiði.

Tað sigur formaðurin í Siumut, Erik Jensen, í samrøðu við DR.

– Tað er tað, vit ynskja at náa. Hatta er okkara ætlan. Men tað skal sjálvandi vera í tøttum samstarvi við grønlendska fólkið, sigur hann við fjølmiðlarnar.

Val er í Grønlandi 11. mars.

 

/Ritzau/

 

 

Erik Jensen, formaður í grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix