Tað er í dag klokkan 16.30, at jólatræið í Vági verður tendrað.
Forkvinnan í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, Sirið Stenberg, fer at halda røðu.
Frelsunarherurin fer at luttaka við sangi og tónleiki, og Ben Eli Dam, leiðari hjá Frelsunarherinum í Vági, fer at lesa jólaevangeliið.
Jólamenn koma eisini við pakkum til børnini.
Eftir hátíðarløtuna við jólatræstendring, røðu, sangi og tónleiki og jólaevangelii, bjóðar Frelsunarherurin inn til eina hugnaliga løtu við kakao og bollum.
Tað er Torkil Strøm, sum hevur tikið hesa myndina, sum stendur á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.










