Sirið hevur skrivað undir protokollir um fiskavørur í Beijing

Í dag vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í Beijing.

Undirritanin av hesum protokollum tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður.

 

Áðrenn undirritanina, var fundur millum landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum og kinverska vararáðharran, Zhao Zenglian. Á fundinum fegnaðust báðir partar um góða samstarvið millum heilsumyndugleikarnar í londunum báðum og umrøddu týdningin, ið hesar protokollir hava fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina.

 

– Tað er týdningarmikið, at føroyska útflutningvinnan fær betri atgongd til fleiri marknaðir fyri at tryggja, at okkara útflutningur ikki gerst ov sárbærur fyri broytingum á heimsmarknaðinum. Tí hava protokollir sum hesar týdning og eg eri sera fegin um, at hendan undirritanin kom í lag, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum. 

 

##med2##

 

Í morgin hittir landsstýriskvinnan varauttanríkisráðfrúina, Hua Chunying.