Sirið: Hava ikki sagt nei takk til diabetesmiðstøð

FM1: Hetta er ein prinsipiellur spurningur um at loyva privatum aktørum inn í okkara heilsuverk, sigur Sirið Stenberg.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, sigur við FM1, at hon ikki hevur sagt nei takk til Novo Nordisk til at taka ímóti eini diabetesmiðstøð.

 

Hon sigur, at í summar var ein kunnandi fundur, har Novo Nordisk kunnaði um møguleikarnar fyri samstarvið.

- Vit hava havt øgiliga nógv stórmál til viðgerðar í heyst, og hava ikki havt høvi til at viðgera akkurát hetta málið nærri. Tí boðaðu vit teimum frá í vetur, at í løtuni arbeiða vit ikki við tí, sigur hon við FM1.

 

Tað undrar hana, at tað nú verður útlagt sum at føroyingar hava sagt nei til eina diabetesmiðstøð, tí longu á kunnandi fundinum segði Novo Nordisk seg skilja, at eitt slíkt mál fór at krevja drúgva politiska viðgerð.

- Men so komu nøkur fólk og søgdu, at nú er tíðin gingin, nú mugu tey fáa svar. So eg helt, at vit skuldu vera erlig og siga, at vit arbeiða ikki við tí beint nú. Tað eru einastu boð, sum eru farin frá okkum, sigur landstýriskvinnan.

 

Hon sigur, at í løtuni er einki samband millum Novo Nordisk og Føroya Landsstýrið.

- Tað sum liggur eftir á at gera, er at taka politiska støðu til, um vit ynskja at arbeiða víðari við hesum málinum, sigur Sirið Stenberg, og vísir millum annað á, at talan er um at loyva einum privatum grunni at hava virksemi inni á sjúkrahúsinum.

- Vit mugu fáa vent øllum hesum, so vit fáa tikið eina ordiliga støðu, og tað fara vit at hyggja upp á einaferð í vár, sigur hon.

 

Hon heldur, at tað er týdningarmikið at taka støðu til, í hvønn mun vit vilja loyva privatum aktørum at spæla ein leiklut í føroyska heilsuverkinum.

 

 

Hoyr alla samrøðuna við Sirið Stenberg á FM1 við at trýsta á pílin undir myndini.