Sir Alex segði at tað meir enn so hendir seg, at onnur lið vilja hava spælarar hjá teimum.
-Nógv lið vilja keypa okkara spælarar. Sjálvandi vilja vit hava Vidic at verða verandi. Hann er ein fantastiskur spælarari og ein av heimsins bestu miðverjum, sigur Sir Alex.
Tað er eitt sindur ógreitt hví Vidic ikki er við á ferðini til Milano. Sir Alex avsannar, at tað hevur nakað við eina møguliga sølu av serbiska verjuspælararinum at gera.
Hóast Vidic hevur vant teir seinastu tíggju dagarnir, so kennir hann seg ikki kláran at spæla dyst. Hinvegin verður vanta at nýggi liðskiparin á enska landsliðnum, Rio Ferdinand, verður tøkur. Hann hevur drigist við ein skaða í longri tíð.
Keldur í Milano siga seg vita, at David Beckham verður við frá byrjan, tá AC Milan og Manchester United spæla í annaðkvøld. Beckham hevur annars siti á bonkinum seinastu dystirnar.










