Sir Alex raðfestur Premier League hægst

Sir Alex Ferguson, vennjari hjá Manchester United, sigur at Premier League er ovast á listanum hjá felagnum komandi ár. Hann váttar somuleiðis, at Nemanja Vidic og Chris Smalling verða tøkir komandi kappingarár.

 

Premier League nærkast í hvørjum og feløgini fyrireika seg hvør í sínum lagi. 70 ára gamli Sir Alex Ferguson er ikki í iva hvat hann helst við vinna komandi kappingarár. Í fjør vunnu grannarnir úr Manchester City meistaraheitið í evstu løtu.

 

«Vit mugu koma fyri okkum aftur, just sum vit hava gjørt so mangan fyrr. Tað er málið hjá okkum. At vinna meistaraheitið aftur, sigur venjari hjá Manchester United.

 

Í fjør gjørdist liðskiparin og verjukempan Nemanja Vidic illa skaddur í knænum. Eisini Chris Smalling gjørdist skaddur og var millum annað ikki tøkur til EM endaspælið.

 

«Vidic verður tøkur til komandi kappingarár, tað eri eg vísur í, sigur Sir Alex Ferguson sambært BBC.

 

Manchester United hevur í summar keypt Shinji Kagawa og Nick Powell, men tað er møguleiki fyri einum keypti ella tveimum afturat.

 

«Vit keypa kanska ein ella tveir afturat, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Manchester United er sambært amerikanska blaðnum, Forbes Magazine, vriðismiklasta ítróttarfelagið í heiminum.