Eftir framúr 2-2 ímóti Íslandi í gjár sita føroysku landsliðstelvararnir nú yvirav Singapore. Fyrstu leikirnir vórðu fluttir klokkan 13. Seint seinnapartin verður greitt, hvussu úrslitið verður í dag.
Í dag situr Helgi Dam Ziska aftur á fyrsta borði. Einki er at ivast í, at hann er sera uppsettur at seta tingini upp á pláss aftur, eftir at hann í gjár tapti ímóti Íslandi. Út frá styrkistalinum er Helgi ikki favorittur í dag. Mótstøðumaðurin eitur Zhong Zhang, og styrkistalið hjá honum er 2611. Styrkistalið hjá Helga er 2507.
Styrkistalið hjá Olafi Berg á øðrum borði er 2320, og hjá mótstøðumanninum Wei Ming Kevin Goh er tað 2433. Styrkistalið hjá Høgna Egilstoft Nielsen á triðja borði er 2256, og hjá mótstøðumanninum Qianyun er tað 2328. Einasti føroyski telvarin, sum í dag hevur hægri styrkistal enn mótstøðumaðurin, er John Arni Nilssen á fjórða borði. Styrkistalið hjá honum er 2322, og hjá mótstøðumanninum, Jingyao Tin, er tað 2251.
Í dag heldur veteranurin John Rødgaard frí.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum í fyrstu seks umførunum er henda:
Helgi Dam Ziska 3 ½ av 5 stigum.
John Rødgaard 2 av 5 stigum.
Olaf Berg 3 av 5 stigum.
Høgni Egilstoft Nielsen 4 av 6 stigum.
John Arni Nilssen 1 av 3 stigum.










