B36-málverjin, Tórður Thomsen, hevur givið avboð til ferðina til Spania hjá A-landsliðnum, har venjingardystur skal spælast ímóti Liktinstein um eina viku. Orsøkin er, at hann væntandi verður pápi í næstum.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Símun Rógva Hansen, sum undan hesum kappingarárinum skifti til NSÍ. Hetta er fyrstu ferð síðani á heysti í 2013, at Símun Rógvi er í landsliðshópinum.
- Hetta vóru deilig boð at fáa, og tað er deiligt at vera partur av landsliðnum aftur. Tað hevur gingið væl, síðani eg byrjaði í NSÍ, og tað er sjálvandi deiligt, at venjarin hevur meg í tonkunum, sigur Símun Rógvi Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
Venjingardysturin ímóti Liktinstein verður mánadagin, 2. páskadag, kl.18.00 føroyska tíð. Dysturin verður spældur á Marbella Football Stadion í Marbella.