Simon von Konoy við nýggjum HM-sangi

Danska Radio24Syv heitti á føroyska útisetan, Simon von Konoy, um at gera ein sang í sambandi við HM í fótbólti, sum verður í Russlandi næsta ár

Herfyri heitti Radio24Syv á føroyska útisetan, Simon von Konoy, um at gera ein sang í sambandi við HM í fótbólti, sum verður í Russlandi næsta ár.

 

Vanligt er, at stutt fyri HM plagar ein ørgrynna av sangum at verða framleiddir. Á hesum sinni vildi Radio24Syv tryggja sær, at teir vóru fyrstir.

 

Simon tók av, og eigur hann orð og lag til fyrsta danska HM-sangin »Danmark vinder VM«. Upptøkurnar eru farnar fram í ávikavist Konoy Music og Kirkegaardens Studie.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra eina fyribils video av sanginum.