Silvurið smakkaði betri í ár

Í ÍF vóna tey, at veteranurin, Jákup Mikkelsen, heldur fram og Høgni Zachariasen hevur verið nógv besti verjuspælari í landinum

- Silvurmerkið í ár smakkaði betri enn tað gjørdi í fjør.

 

Tað sigur Magnus Jørmundsson, formaður í ÍF.

 

Hann sigur, at í fjør sótu tey eftir við kensluni av at tey høvdu tapt gullið.

 

Men í ár mugu tey ásannað, at tey hava runnið aftan á HB alla tíðina

 

Magnus Jørmundsson sigur, at tey vóna, at 43 ára gamli veteranurin, Jákup Mikkelsen, heldur fram í ÍF

 

Trýst annars á pílin undir myndina og hoyr, hvussu Magnus Jørmundsson metir um støðuna í samrøðu við Hera Simonsen á Rás2.