Siloakórið og Dania hava jólakonsert

Syngja í Fuglafirði í kvøld

Í kvøld, mikukvøldið 19. desember kl. 20.30, hava Siloakórið og Dania O. Tausen jólakonsert í Siloa í Fuglafirði.

Eyðun á Lakjuni stjórnar Siloakórinum, sum fer at framføra bæði gamlar og nýggjar jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum - og frálíkum solorøddum og undirspæli.

Kendi sangfuglurin av Toftum, Dania Oddmarsdóttir Tausen, fer eisini saman við orkestri at framføra nakrar sangir.

Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa - og øll eru hjartaliga vælkomin.