Ásilin átti skyldina í tivoli-ólukkuni í Gøteborg

Tað var orsakað av, at ásilin var brotin, tá >>flúgvandi teppið<< í Liseberg-parkini í Gøteborg datt niður í vikuskiftinum, stendur á heimasíðuni hjá Jyllands-postinum. Flúgvandi teppið vigar 41 tons, og 36 menniskju vóru umborð, tá teppið datt niður. 18 teirra fingu mein.

Tá teppið var tikið niður í dag, kom fram, at tað var ein virkisfeilur í Ásilinum, ið átti skyldina í ólukkuni.

Leiðslan handan Liseberg-parkina sigur, at tað bar ikki til at síggja feilin við einum trygdareftirliti, orsakað av at ásilin sat inni í arminum.

- Fimm tímar vórðu nýttir at taka teppið sundur, áðrenn feilurin varð sæddur, sigur ovasta leiðslan Mats Wedin.

Ræðandi nógvar tivoli-ólukkur hava verið í norðulondum hetta summarið. Allar orsøkirnar eru ikki kendar enn.