Sigurin í Grikkalandi hevur serligan týdning fyri Atla

FM1 í Kosovo: Stjórin í Luna, Atli Gregersen, er ein av áskoðarunum, sum er við í Kosovo

Føroyar skulu í kvøld spæla annan dystin í Nations League kappingini. Dysturin er móti Kosovo og verður spældur í Pristina. Millum føroysku áskoðararnar til dystin er stjórin í Luna, Atli Gregersen.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

Hann hevur ikki verið so oftani við á landsliðsferðunum, men rendi seg í ein av størstu sigrunum í føroyskari fótbóltssøgu, tá hann sum ein av heilt fáum føroyskum áskoðarum sat á stadium í Pireus, tá Føroyar vunnu 1-0 á Grikklandi.

 

Í samrøðu við FM1 í dag, fortelur stórin á laksa-fyritøkuni hví júst 14. novembur 2014 bleiv ein stórur dagur fyri hann. Eftir langt stríð fyri at basa laksalúsuni, verður ein roynd gjørd við at innflyta rongkelsi úr Íslandi

 

- Sama dag settu vit rongkelsi í aliringarnar í Miðvági. Tað hevur víst seg at rigga væl. Tí minnist eg so væl dagin, sigur Atli Gregersen.

 

Hann greiðir eisini frá løtuni í Girkkalandi, tá Føroyar vinna 1-0, og hvussu hann upplivdi at møti við spælarunum og venjaranum aftaná. Hann hevur eisini eina áheita til frásøgufólkini og tey, sum fáast við ítrótt í miðlunum.

 

FM1 sendir beinleiðis úr Pristina í kvøld, tá Føroyar spæla móti Kosovo. Dysturin byrjar klokkan 19.45. FM1 byrjar at senda klokkan 18.15.