Sum eitt slag av farvælgávu til føroyingar og ferðandi, hevur Peter latið gera spælikort. Hann savnar sjálvur spælikort og hann hevur fingið Bárð Jákupsson at teknað kortini.
Tekningarnar hjá Bárði verða sýndar fram í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.
Miðøld, fortíð, nútíð
Á spælikortunum síggjast ymiskir persónar, ið vit kenna úr kvæðunum. Men hyggur ein nærri, so er tað serstaka, at kortinini ikki bert spegla persónin, sum vanligt á kortum. Vendir ein kortunum á høvdið, so sæst, at Bárður Jákupsson á kortunum speglar Brynhild, Sjúrð og onnur, sum nútíðar menniskju.
Peter og Bárður halda spælikort og kvæði hóska væl, tí bæði eru í komin um somu tíð, nevniliga í miðøld.
Og sum savnari, so heldur skemtarin, jokarin og kortsavnarin Peter, at tá hann nú hevur spælikort eftir Picasso og øðrum, so var einki meira náttúrligt, enn eisini at fáa spælikort eftir Jákupsson.
Kortini eru framleidd á fremstu prentsmiðju innan júst spælikort, Öberg í Svøríki, og tað er Torbjörn Nyström, Abelit Reklama, ið hevur staðið fyri hesum. Upplagið er um 5000 spælikort.
Sosialurin takkar Peter fyri tíðina í Føroyum við bestu ynskjum framyvir.