Sigtór stríðist fyri lívinum

KÍ er væl mannað á veg til Sørvágs, har setningurin verður at verja silvurplássið

Í morgin fer næstbesta liðið hjá KÍ at spæla á heimavølli ímóti B68. Úrslitið í tí dystinum fer at hava týdning – kanska avgerandi týdning – fyri, um 07 Vestur næsta ár fer at spæla í bestu ella næstbestu deildini.

Um B68 fer at vinna uppflyting, so fer 07 Vestur at flyta niður. Um B68 ikki fer at flyta upp, so er møguleiki hjá 07 Vestur at sleppa undan niðurflyting. Tann møguleikin er m. a. treytaður av, hvussu tað seinnapartin fer at vignast á Dungasandi, har KÍ verður gestur.

 

Sigtór Petersen, fyribilsvenjari, og hansara menn í 07 Vestur skulu reisa seg, eftir at teir sunnudagin løgdu rygg til 7-1 tap í Runavík.

Charlie Machell er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Sølvi Egilsson og Martin Tausen eru førir fyri at spæla. Teir eru skaðadarvaðir og vóru ikki við í Runavík.

 

9. apríl vann KÍ 2-0 í Sørvági. Tá skoraði Jóannes Bjartalíð í 2. minutti og Páll A. Klettskarð í 94. minutti. 28. mai var Hjalgrím Elttør einasti málskjútti í 1-0 heimasigrinum ímóti 07 Vestur, sum rættiliga pressaði klaksvíkingar.

Tríggir KÍ spælarar, sum ikki vóru við í 3-0 heimasigrinum ímóti AB, eru tøkir aftur eftir leikbann. Teir eru Ísak Simonsen, Jákup B. Andreasen og Semir Hadzibulic. Deni Pavlovic er skaðadarvaður. Hann var ikki við ímóti AB, og tað er ivasamt, um hann verður við ídag.

 

Heimasigurin síðsta sunnudag ímóti AB bar við sær, at KÍ aftur lyfta seg fram á næstfremsta plássið, sum setningurin nú er at verja.