Sigla fyri at gloyma sjúkuna

Týski felagsskapurin, Segelrebellen, vónar at fáa fatur á ungum føroyingum við krabbameini, sum hava hug at sigla við

Ingo Blaha og Melanie Betz hava bæði krabbamein og eru við í týska felagsskapinum, Segelrebellen. Umsett til føroyskt er hetta “segl uppreistrarfólk”. 

 

Segelrebellen gevur krabbameinsraktum ungdómum møguleika at sigla runt Evropa og vera aktivur partur av manningini. Umborð eru bara ung við krabbameini og hetta ger, at tey sleppa burtur frá dagliga lívinum við krabbameini og kunnu vera saman við øðrum í somu støðu.

 

- Mann behøvist ikki at duga at sigla fyri at sleppa umborð, tí tað kann mann læra. Eingin lækni er umborð. Tað eru bara vit við krabbameini, og vit skilja hvønn annan og hjálpa hvørjum øðrum, sigur Ingo Blaha.

 

- Tá vit sigla, eru vit øll í sama báti. Vit hava øll krabbamein, men umborð gloyma vit, at vit eru sjúklingar. Har er ikki hendan umsorganin, mann følir aðrastaðni, har fólk hava lyndi til at taka synd í einum, sigur Melanie Betz.

 

Báturin hjá teimum eitur SY Magic, og hann skal eftir ætlan koma til Føroya hósdagin. Ingo Blaha og Melanie Betz eru í Føroyum nú og skulu við bátinum, tá hann fer úr Føroyum. Tey komu til Føroya fyri einari viku síðan við flúgvara, tí tað var meiningin, at báturin skuldi koma longu seinasta mikudag. Orsakað av brekum umborð á bátinum, varð ferðin til Føroya útsett nakrar dagar.

 

Tey ætla at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið fyri at vita, um her eru føroysk ung við krabbameini, ið høvdu tímað at siglt ein túr við Segelrebellen.

 

- Tá báturin kemur, satsa vit uppá at kunna fara ein lítlan túr her í Føroyum við føroyskum ungum, sum hava krabbamein, siga tey bæði.

 

Samstundis sum tey sigla runt, so savna tey pening inn til felagsskapin. Tey royna í løtuni at finna eina loysn fyri at fáa loyvi at leggja at við bátinum í Havn.