Siga frá báðum Kyndil-Neistin dystunum

Kvinnudysturin byrjar klokkan 18 hóskvøldið, og mansdysturin byrjar klokkan 19.30

Hóskvøldið 17. mars sigur Rás2 frá báðum dystunum millum Kyndil og Neistan.

 

Klokkan 18 sigur Tróndur Arge frá dystinum í Hvonndeildini millum Kyndil og Neistan. Talan er um eina reina oddauppgerð. Meir trýst er á Kyndli enn Neistanum. Neistin er trygt á odda í Hvonndeildini við 28 stigum, Kyndil er nummar tvey við 22 stigum, og VÍF er nummar trý við 21 stigum. Kyndilskvinnur mugu sostatt vinna fyri at halda eina góða frástøðu til VÍF.

 

Klokkan 19.30 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum í FTZ deildini millum Kyndil og Neistan. Kyndil má vinna fyri at halda lív í teirra teoretiska møguleika at røkka FM finalunum. Kyndil hevur sjey stig upp til VÍF, sum liggur á øðrum plássi við 28 stigum. Kyndil hevur 21 stig, men hevur spælt ein dyst færri enn VÍF. Neistin liggur næstniðast við 14 stigum, og kann spæla uttan nervar.

 

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 17.55. Øll kunnu lurta eftir frásagnunum hjá Tróndi Arge og Hilmari Jan Hansen á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, og annars á FM 95,9 og á FM 88,7.

 

Ljóðsamrøður, myndir o.a. tilfar frá báðum dystunum kemur út á in.fo hóskvøldið.