Siga frá B68-ÍF klokkan 16 og NSÍ-Víkingur klokkan 18

Frásøgumenn hjá FM1 vera Teitur Joensen og Tróndur Arge

Í dag vera tríggir dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum. FM1 sigur beinleiðis frá tveimum dystum.

 

Klokkan 16 sigur Teitur Joensen beinleiðis frá dystinum á Toftum millum formliðið, B68 og ÍF sum liggur á næstaftasta plássinum. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og B68 í Trongisvági, ið eisini byrjar klokkan 16.

 

Klokkan 18 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá dystinum í Runavík millum nummar fýra á stigatalvuni, NSÍ og nummar tvey, Víking.

 

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni.

 

Øll kunnu hoyra fm1 á www.fm1.fo 

 

In.fo fer í samstarvi við dystir.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.