Beinleiðis ítróttarfrásagnir verða á Rás2 bæði seinnapartin leygardagin og leygarkvøldið.
Klokkan 15 sigur Óli G. Samuelsen frá oddadystinum í meistaradeildini í flogbólti millum Mjølnir og ÍF. Dysturin verður spældur í badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.
Klokkan 19 byrjar upptaktin á Rás2 til stórsteypadystin Víkingur-NSÍ, og klokkan 19.45 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá stórsteypadystinum.
Samrøður við umboð fyri Mjølnir, ÍF, Víking og NSÍ koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu hoyra beinleiðis frásagnirnar frá flogbólti og fótbólti á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Fótbóltspanelið har Maurice Ross, venjari hjá Víkingi var gestur verður endursent millum klokkan 18 og klokkan 19.