SIC vóru teir triðju á størra pallin á ólavsøkukonsertini í kvøld. Feit orka, sum var alt ov hart frá, er metta úrslitið higani frá.
Eg dyrki yvirskotið hjá Mikkjal at 1: vera ein framfúr feitur frontfigurur. 2: hava eina fantastiska orkumikla rødd. 3: vera ein undirhaldari av ovastu rók. 4: samstundis sum hann klárar at vera frekur og seksutur og halda bólkin glaðan og við uppá tað alla vegin ígjøgnum. Respekt.
Tað var tó eitt, sum irriteraði í hvussu er meg, og sikkurt fleiri onnur: Eg skilti ikki heilt, at ljóðið skuldi vera SO hart frá, tá økið er so lítið. Tað vísti seg faktiskt at vera betri at fara afturum ljóðpultin at lurta. Frammanfyri pultin dukaði bara ógvusliga í oyrunum og skróv og óljóð boraðu seg inn í heilan. Og eg plagi ikki at vera tann, sum klagar um, at tað er ov hart... Tó skal sigast, at hetta nokk er tað frægasta ljóðið, eg nakrantíð havi hoyrt til eina metalkonsert á ólavsøkukonsertini, síðani eg byrjaði at ganga í kommunuskúlagarðinum sum 15 ára gomul.
Òansæð ljóð og alt tað, so vóru SIC totalt kul. Við feitum kendum løgum sum Done Pretending og Rosegarden in Hell og nýggjari løgunum Fighters They Bleed og Slither fingu teir flest allar knokkar blástar væl og virðiliga umkoll. So virðiliga, sum man kann ynskja sær tað á einari ólavsøkukonsert.