Eingin spældi upp á trummusettið. Tað stóð bara har og blómaði.
Tað var ikki eitt møti. Tað var kanska heldur ikki ein ordiligur valfundur.
Hóast endaspurturin í valstríðnum til kommunvalið er farin í gongd, so var alt tann reina hampuligheit og fordragiligheit, tá ið veljarafundur varð í Filadelfia sunnukvøldið.
Politikararnir skikkaðu sær óvanliga væl, tá ið teir komu í samkomuhúsið. Eingin eiður fall, eingin rópti, orðaskiftið var sakligt og stuttligt til tíðir.
Ikki kann sigast, at valevni við tilknýti til samkomulív stóðu aftast í køini, tá flokkarnar í Havn høvdu valt síni umboð á veljarafundinum í Filadelfia sunnukvøldið. Tað ber heldur ikki til at siga, at valevnini fjaldu beinleiðis, at høvdu tilknýti ella høvdu havt tilknýti til eitt nú KFUK ella í sínari tíð vóru ádreingjafundum hjá Álvhegg í KFUM.
Um limirnir í Filadelfia, Evangeligihúsinum og Meinigheitini í Hoyvík høvdu avtalað frammanundan, at heitu etisku spurningarnir skuldu fáa frið hetta sunnukvøldið skal verða ósagt, men hvørki skrásett parlag ella fosturtøku vórðu tikin upp á tungu á fundinum. Hinvegin varð røtt um gerandisspurningar sum eldraøkið, barnagarðar, orku og musikkskúlan.
Ósvaraðir spurningar
Fyrireikararnir høvdu undan fundinum givið flokkunum eitt upplegg, sum flokkarnir vórðu bidnir um at svara . Tær tríggjar samkomurnar vildu hava at vita frá politisku flokkunum í Havn, hvørja støðu teir høvdu til kristnar frískúlar, barnaansing í samkomum og um fíggjarligan stuðul til arbeiðið hjá samkomum.
Hóast upplegg var rættiliga ítøkiligt, valdu flestu flokkarnar at snúgva seg undan hesum spurningum. Endamálið við fundinum var at fáa eitt orðaskiftið í lag um sambandið millum býráðspolitikk og samkomur, og tí kom eitt sindur dátt við, at áhugaverda uppleggið hjá Filadelfia, Evangeliihúsinum og Meinigheitini í Hoyvík ikki fekk drúgvari viðgerð á fundinum.
Kjakið sunnukvøldið var óvanliga sakligt og siðiligt. Um kristiliga umhvørvið var við til at dempa annars vanligu hvøssu tungurnar hjá politikarunum skal verða ósagt, men tað var langt var ímillum álopini sunnukvøldið. Gamaní royndu Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin at skjóta sitandi samgongu niður, men ákoyringarnar fingu ongantíð verulig vind í seglini í hugnaliga umhvørvinum.
Teddy í hopla
Hýrurin í Filadelfia sunnukvøldið var bæði lættur og stuttligur. Politiskir fundir bera ofta dám av at vera í so álvarsamir og keðiligir, men bæði orðstýrari, samkomulimir og politikararnir dugdu væl at taka til, so hýrurin gjørdist góður.
Orðstýraran, Sam Jacobsen, leiðarin í Evangeliihúsinum Dánjal á Dul Jacobsen og ikki minst Theodor ella Teddy Petersen gjørdu sítt til, at áhoyrarnar hugnaðu sær óført. Serliga Teddy Petersen var í hopla, og hóast hann hevur búð nógv ár í Havn, so hevur hann ikki heilt slept svarta skemtinum úr Suðuroynni.
Politikarar gjørdu eisini sítt til, at fundurin ikki gjørdist tungur á nakran hátt. Teir fullu væl inn í lætta stemningin í Filadelfia sunnukvøldið. Eftir fundin tók onkur til, at samkomurnar væntaðu at síggja fleiri nýggj andlit komandi sunnukvøld, tí valfundurin var so væleydnaður.
Dróg út
Tey í alt 12 valevnini komu til eina stúgvandi fullan sal í Filadelfia sunnukvøldið. Lagt var til brots klokkan 18, og stutt eftir klokkan 21 vórðu seinastu orðini søgd. Hóast fyrireikararnir løgdu nógv fyri at hava ein lættan stemning á fundinum, so dróg fundurin kortini út og áhoyrararnir møddust. Hetta sást eisini aftur, tí tá fundurin var av, var góður helmingurin farin til hús.
Hvør flokkur hevði fyrst 10 minuttir og seinni 5 minuttir at greiða frá sínum sjónarmiðum. Fyrstu hálvi annar tímin fór tí við uppleggum frá flokkunum, og síðan var møguleiki hjá áhoyrarum at seta spurningar.
Ætla fyrireikararnir at skipa fyri slíkum fundi aftur, áttu teir at umhugsa at stytt tíðina til uppleggini frá flokkunum, og møguliga átti orðstýrarin at stýrt við eitt sindur harðari hond, tá politikarar svaraðu spurningum frá áhoyrarum.