Í sambandi við, at Ítróttarsambandið er farið undir at umskipa og menna leiðslubygnaðin, verður nú søkt eftir einum aðalskrivara, sum skal hava dagligu leiðsluna av Ítróttarsambandinum um hendi.
Í lýsingini sigur Ítróttarsambandið, at tað er ein fyrimunur, um aðalskrivarin hevur ítróttarligar royndir, kunnleika til og áhuga fyri ítrótti.
- Vit hugsa okkum ein ágrýtnan og virkisfúsan aðalskrivara, sum hevur sum fremsta mál framhaldandi at vera við til at menna ÍSF og færoyskan ítrótt sum heild, sigur Ítróttarsambandið, ið eisini heldur tað hava stóran týdning, at komandi aðalskrivarin hevur eyga fyri javnvágini millum úrvals- og breiddarítrótt, skrivar ÍSF.
Viljin at byggja brýr millum ÍSF og politisku skipanirnar má vera í topp, eins og viðkomandi skal hava góð samstarvs- og diplomatisk evni, umframt at vera motiveraður at finna og kunna skapa nýggjar arbeiðshættir millum ymisku áhugamálini í føroyskum ítrótti.
Freistin at søkja starvið sum aðalskrivari í Ítróttarsambandinum er úti 9. januar, og starvið verður lønt sambært avtalu.