Upptakt
Eftir at fótbólturin í Fuglafirði í eina fjórðings øld hevur staðið í skugganum av grannunum í Gøtu, hevur tað ikki verið sørt í hesi vikuni, at tað hevur verið tosað um møguleikan, at tað í morgin - fyri fyrstu ferð síðani í 1988 - skal eydnast at fáa fult, tá ið GÍ vitjar.
2. páskadag vann ÍF 1-0 í Vági. Talan var ikki um fyrsta sigurin nakrantíð har suðuri. Eina ferð áður hevur ÍF vunnið í Vági. Tað var í 1979, tá ið ÍF varð meistari. Úrslitið ta ferðina var eisini 1-0. Málskjútti var Meinhardt Dalbúð, sum var toppskjútti í meistaradeildini hetta árið.
- Eg minnist dystin í Vági væl. Tað var neyðugt hjá okkum at vinna fyri at varðveita FM møguleikan. Vit høvdu fleiri góðar møguleikar, og eg misnýtti fleiri ferðir. Mikkjal Mikkelsen, sum fyri tað mesta spældi við HB, var hetta árið málverji hjá VB, og hann stóð framúr væl. Men vit fingu málið, sum skuldi til fyri at fáa bæði stigini, og tað var eisini orsaka av tí úrslitinum, at vit vunnu meistaraskapin, minnist Meinhardt Dalbúð, og hann fegnast um, at tað nú eydnaðist barndómsfelagnum at vinna í Vági.
At tað hilnaðist væl 2. páskadag hevur havt við sær, at fótbóltshýrurin í hesi vikuni hevur verið góður í Fuglafirði. Tað hevur sást aftur í, at tað hevur verið tætt millum bilarnar og áskoðararnar, sum í góðveðrinum hava fylgt venjingunum.
Allir spælararnir, sum vóru við í Vági, eru tøkir. Spurningurin er, um Petur Simonsen enn eina ferð fer at geva teimum somu ellivu møguleikan frá fyrsta bríksli, ella um hann fer at geva Bartali Eliasen og Magna á Lakjuni møguleikan. Teir vórðu báðir skiftir inn í Vági.
- Gøtumenn hava í mong ár havt takið á ÍF. Tað kann gerast eitt kompleks, men nú upp undir dystin hava vit tosað um týdningin av, at vit veruliga trúgva upp á tað, tá ið vit fara á vøllin, og eg haldi, at okkara eru ógvuliga uppsettir, sigur ÍF venjarin Petur Simonsen. Hann roknar uppgávuna ikki at verða vorna lættari, eftir at GÍ tapti á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Sámal tøkur
Ímóti EB/Streymi hevði GÍ ongan upplagdan málmøguleika. Miðvøllurin kendist tunnur, og í Gøtu vóru teir illa nøgdir við keturnar og samstarvið millum keturnar. Súni Olsen og Popczynski eru ivaleyst teir, ið best eru førir fyri at skapa nakað, men teir vóru báðir í fremstu plássunum. Tí kann kanska roknast við, at onkrar rættingar fara at verða gjørdar í uppstillingini.
Veteranurin Sámal Joensen varð skaddur undir venjing stutt undan dystinum ímóti EB/Streymi. Hann er nú komin fyri seg aftur eftir vøddaskaðan, og tað verður mett sum stórur styrkur fyri miðvøllin, at hann er tøkur aftur. Magni Jarnskor er framvegis so mikið skaddur, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin.
Ætlanin var, at klaksvíkingurin Meinhardt Joensen skuldi venja GÍ málið í ár. Hann hevur gingið við arminum í gipsi. Tað skuldi takast av aftur í gjár, men í Gøtu rokna teir við, at tað fara at ganga fleiri vikur, áðrenn hann aftur verður førur fyri at venja og spæla. Hallur Hansen kom undan páskafrítíðini úr Danmark og til Gøtu, og hann fer eisini í morgin at verja GÍ málið.