Seyðauppboðssøla í Runavík

   

Leygardagin 17. okt., kl. 15.00, skipar N.S.Í. fyri seyðauppboði.

Seldir verða uml. 12 seyðir, harav 4 veðrar.

Afturat hesum verður ein stórur veðrur seldur á mexicanskan hátt, har boðið verður 50,- kr. hvørja ferð.

Uppboðið verður í Grótbrotinum oman fyri matvøruhandilin BROTIÐ, har seyðirnir verða sýndir fram kl. 11.00.

Um fólk ynskja tað, hevur N.S.Í. skipað so fyri, at møguleiki verður fyri at fáa seyðin flettan ímóti lítlari samsýning.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri seyðauppboði í Runavík. N.S.Í. vónar at síggja nógv til tiltakið, og at fólk hava góðan hug at bjóða.

N.S.Í. skipar eisini so fyri, at fólk kunnu fáa ein kaffimunn og smákøkur afturvið.

Við vón um góða undirtøku.

N.S.Í.