Teppir, pútur og gardinur í heitum litum. Blómur í fínum vasa, livandi ljós, róligur tónleikur, lekkur seingjarklæðir og dempað ljós.
Nakað soleiðis kunnu vit ímynda okkum ástarreiðrið hjá danska sexologinum Joan Ørting, sum heldur, at nógv hjúnakømur eru ein lítið eggjandi sjón. Og hon vísir til hetta turrgelda rúmið, við obligatorisku dupultsongini, tveimum seingjarborðum, skápsveggi, og gólv, borð og stólar díkt undir í bókum, bløðum og stakkum av klæðum. Snøgt sagt ein prumpislig blanding, sum ikki er serliga stimbrandi fyri erotiskar himmalferðir og nývaknað morgunknall.
- Kamarið skal ikki vera ein klædnagoymsla ella hoppirúm hjá børnunum. Tað skal vera besta og hugnaligasta vaksnarúmið í húsinum, har sexlívið veruliga kann spretta, sigur Joan Ørting, sum sjálvandi hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvønn týdning hjúnakamarið hevur fyri parlagið. Tí tað skal vera ein sonn oasa, har vit kunnu njóta hvønn annan til síðsta dropa.
Frírúm í gerandisdegnum
Boðskapurin hjá sexologinum er greiður: Stressaði gerandisdagurin drepur sexlívið. Tí eiga vit at skapa nakrar karmar, har vit kunnu hugna okkum og slappa fullkomiliga av, umframt, at tað kann vera frírúmið, har vit, uttan at verða órógvað, kunnu hjúkla um parlagið og sexlívið. Vit hava brúk fyri at kunna fara til viks viðhvørt. Ikki minst í modernaða samfelagnum, har manglandi sexhugur, hjúnaskilnaður, strongd og tunglyndi gerast alsamt vanligari.
Sjálv hevur Joan Ørting ofta verið samrøðuevni í heimlandinum, tí hon og maðurin hava hvør sítt kamar og eina stóra felagssong inni í stovuni.
Eftir hennara sannføring eiga øll vaksin fólk at hava eitt kamar, sum er eitt persónligt og privat frístað, har einsemi, parlag og sexlív kunnu spretta. Eins og tá man var ungur. Men hon veit væl, at henda loysnin ikki hóskar til øll. Tí heldur hon í minsta lagi, at báðir partar eiga at vera við til at innrætta kamarið, so tað avspeglar bæði.
- Vit kunnu ikki forlanga, at mannfólk skulu trívast við ljósareyðum blómum, parfumuroyki og nipstingum. Tí skal kamarið eisini innrættast eftir hansara høvdi, sigur Joan Ørting, sum hevur ein sexbrævkassa í danska Ekstra-blaðnum.
Heitt og pent
Kamarið skal vera pent, heitt og hugnaligt. Eitt nú við stillum tónleiki, góðum anga, vøkrum litum, pútum, teppum, tapeti og gardinum í heitum litum.
Hugskotini til, hvussu kamarið verður hugnaligari og meira romantiskt, eru óteljandi, men fyrst og fremst skal ljósið vera heitt.
- Alt gott um spariperur og halogenspot. Men tær tendra ikki hugin til sex, sigur Joan Ørting, sum skjýtur upp, at brúka lágthangandi lampur, ljósdemparar, ljósketur, littar perur og stearinljós at hugna við.
- Longu tá eru tit komin rættiliga langt, sigur Joan Ørting og heldur fram við at tosa um hitan í kamarinum.
- Kamarið skal vera heitt. Her er ein brenniovnur perfektur. Eldur og sex hoyra saman. Kanska við einum skinnteppi frammanfyri, har tit sita og njóta eitt glas av onkrum góðum, áðrenn farið verður víðari, hugleiðir hon. Og tankaflogið heldur fram: Vakrar og erotiskar myndir á veggjunum, stór spegl, hondvask, skrivaraborð og stólur, toiletborð, fótabað, altan, plantur og skálir við góðgæti og frukt.
- Kanska er tað neyðugt við einum lítlum lási á hurðini, so gestir og børn ikki koma dettandi inn í tíð og ótíð, sigur Joan Ørting. Hon skjýtur eisini upp at seta eitt lítið læst kuffert ella skrín tætt við songina, til massaguolju, leikur, undirklæðir, bløð, bøkur ella annað, sum fólk brúka til at krydda sexlívið við.
Vilja gleða kvinnuna
Sambært sexologinum skulu kvinnur kenna seg lekrar fyri at hava hug til sex. Tí er rúmið, stemningurin, útsjóndin, klæðini og seingjarklæðini eisini umráðandi fyri at vekja girndina. Her má maðurin gjarna gera tað romantiskt.
- Ein maður, sum leggur reint á songina, kann rokna við onkrum góðum. Men hetta vita mannfólk ikki altíð, tí ongin hevur fortalt teimum tað, sigur Joan Ørting, sum nú kemur inn á evnið, sum næsta bók hennara snýr seg um: At mannfólk ynskja at gleða kvinnuna! Er hon glað, eru øll glað – eisini maðurin og børnini.
- Kvinnur hava til allar tíðir kommunikerað við menninar við at koma við ábendingum. Men mannfólk skilja ikki tað ósagda og kunnu sjálvandi heldur ikki lesa tankarnar hjá kvinnuni. Fyri alt í verðini vil hann gleða kvinnuna, men hon má fortelja honum, hvussu hon vil hava tað. Eisini, hvussu hann skal gera tað romantiskt, greiðir hon frá.
Í hesum sambandi nevnir hon eisini nátt- og undirklæðini, sum skulu vera rein og lekkur.
- Her er traditionelli silkiundirkjólin við blondum perfektur, bæði til at elskast og at sova í, tí ofta dámar kvinnum ikki at vera heilt naknar, greiðir hon frá.
Privata vaksnarúmið
Hjúnarúm eru alt ov ofta eitt litleyst stað, sum onki sigur um eigararnar. Ella eitt kalt og ljóst rúm við sveittaroyki, linoliumsgólvi og hárfeittutum koddum. Kanska er rúmið enntá eisini klædnagoymsla við strúkibretti, baljum og skititoyskurv. Myndir av børnunum, leikur og annað fortelur, at hetta rúmið eiga øll, men ongin er góður við tað.
- Og har skulu fólk trívast, elskast og dyrka hvønn annan, sigur Joan Ørting, sum staðiliga slær fast, at hjúnakamarið ikki er ein klædnagoymsla, men eitt vaksnaparadís, har onnur skulu banka uppá, áðrenn tey koma inn.
- Tað er sjálvandi í lagi, at børnini krúpa inn til foreldrini um morgunin. Men annars skulu bæði børn og sjónvarp út. Bæði eru tann vissi deyðin fyri sexlívið, sigur Joan Ørting.










