Sexgøla

Ríkisadvokaturin í Pólandi hevur gjørt av at kanna, um varaforsætisráðharrin, Andrzej Lepper, er sekur í kynsligari misnýtslu. Ein kvinna vil vera við, at hon fekk eitt týðandi starv í flokkinum hjá ráðharranum afturfyri eina kynsliga tænastu, sum hon málbar seg. Ráðharrin sigur seg vera ósekan, men ríkisadvokaturin hevur gjørt at kanna málið kortini.