Allar kvinnurnar í Sex and the City hava undirskrivað eina sáttmála, og tískil er greitt at Sex and the City verður aftur á skíggjanum í 2010. Tað er ikki vælumtókta sendirøðin, ið vendir aftur á sjónvarpsskíggjan. Tað er harafturímóti vist, at Sex and the City filmur nummar tvey kemur á gøtuna í 2010. Upptøkurnar byrja í summar, og eftir øllum at døma verður filmurin í biografunum komandi ár.
Sex and the City ? The Movie hevði meira enn 300 milliónir pund í yvirskotið, og nú er ætlanin at endurskapa eydnuna enn einaferð við The Movie 2. Tað sigst, at filmurin kostar umleið 30 milliónir pund at framleiða.
Michael Patrick King er enn ikki byrjaður at skriva filmssøguna, men eftir ætlan skal hann verða liðugur við sínar uppgávur í summar.