Sewave verkætlanin livir enn

Hóast eingin peningur er settur av til alduorkuverkætlanina hjá Sewave í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, so livir verkætlanin enn. Nýggj umsókn skal sendast, og landsstýrið er jaligt.

Fyrr í vikuni hevði nevndarformaðurin í Sewave, Páll á Reynatúgvu, fund við Kaj Leo Johannesen, løgmann og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í orkumálum, um alduorkuverkætlanina.

Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari.

Á fundinum varð avtalað, at Sewave skal senda landsstýrinum umsókn um stuðul til royndarverkætlanina, og bæði Annika Olsen og Kaj Leo Johannesen vóru jalig.

Í uppskotinum til fíggjarlóg er eingin játtan markað til alduorku, men landsstýriskvinnan í orkumálum vísir á, at fýra milliónir krónur eru settar av til alternativa orku og orkuverkætlanir.

Nevndarformaðurin í Sewave segði við heimasíðuna hjá SEV í síðstu viku, at tað hevur avgerandi týdning fyri verkætlanina, at landið er við í ætlanini.

Royndarverkætlanin er mett at kosta 46 til 48 milliónir krónur. Higartil er ein lítil helvt av hesi upphædd fingin til vega við tilsøgnum frá ES og SEV, sum eigur Sewave.

ES hevur sett sum treyt fyri útgjalda sín stuðul, at landið eisini er við í verkætlanini at fáa ravmagn burturúr aldunum við føroysku strendurnar.