Settur mikudagin - segði seg úr starvi í dag

Nýggi venjarin hjá Lazio, Marcelo Bielsa, valdi at siga seg úr starvi áðrenn venjingarnar

Mikudagin kunngjørdi italska høvuðsstaðarfelagið, Lazio, at felagið hevði sett væl kenda og umstrídda argentinska venjaran, Marcelo Bielsa, í starv. Sagt varð, at Bielsa kom til Rom í vikuskiftinum at byrja at seta sítt fingramerki á liðið, sum skuldi byrja at venja leygardagin.

 

Men soleiðis verður ikki. Í dag er Lazio komin við teimum skelkandi boðum, at Bielsa hevur lagt starvið frá sær - tveir dagar eftir, at hann bleiv settur.

 

- Púra óvæntað hevur Marcelo Bielsa frásagt seg starvið hjá okkum. Hetta er í stríð við tær avtalur og skyldur, ið vórðu undirskrivaðar í síðstu viku í samráði við italska fótbóltssambandið, skrivar Lazio í einum tíðindaskrivi.

 

Marcelo Bielsa er kendur venjari, sum áður hevur verið venjari hjá landsliðnum hjá Kili og og baskiska Athlétic Bilbao.

 

Seinasta venjarastarvið, sum Bielsa hevði, var í franska Marseille fyri einum ári síðani. Tá valdi hann at siga seg úr starvi aftaná ein einstakan dyst sum venjari hjá franska stórfelagnum.