Setrið til dystin fús

? Tað er avgerandi neyðugt fyri menningina av føroysku KT-vinnuni, at Setrið aftur fer í holt við telduútbúgvingar á fróðskaparseturstigi. Bara á henda hátt fáa vit kombinerað hægri lestur, gransking og vinnulív, sigur Hans Pauli Joensen, sum er lektari á Fróðaskaparsetrinum

Fyrst var hon har - telduútbúgvingin. Við góðari megi, tí tvey vísindafólk tóku sær av henni. Seinni sansaði at búskaparliga og tað merktist eisini á Náttúruvísindadeildini. Vísindafólkini søgdu seg úr starvi, og síðani hevur telduútbúgvingin ligið í dvala, meiri ella minni.

Men, nú sær út til, at útlit eru fyri, at gongd kemur á aftur.


Framhaldslestur í teld

Tað hevur ikki gjørt nakran á Setrinum bilsnan, at teld er vorðið so tðdningarmikil partur av samfelagnum vit liva í.

Fyri meiri enn tíggju árum síðani setti Náttúruvísindadeildin tvey fólk í starv, við tí fyri eyga, at taka sær av at skipa eina universitetsútbúgving í teldufrøði.

Úrslitið gjørdist ein 3 ára »Bachelor of Science« (stytt BS) útbúgving í teldufrøði og tey fyrstu prógvini av hesum slagnum vóru útskrivað í 1989.

So kom kreppan og eins og restin av samfelagnum fekk eisini Fróðskaparsetrið ein dyggan undir vangan, sum teir nústaðni eru við at koma seg eftir.

Og sleppur Hans Pauli Joensen at hava seinasta orðið, so er einki at ivast í, at Náttúruvísindadeildin aftur fer undir skipaða telduundirvísing. Í heyst.


Hægri vitanarstig

? Eg haldi, at tað er avgerandi neyðugt fyri menningina av føroyskari KT-vinnu, at vit aftur fara undir at úbúgva KT-fólk á Fróðskaparseturstigi, sigur Hans Pauli.

Hann vísir á, at tað - uttan at taka nakað frá teldustøðingaútbúgvingini á Handilsskúlanum - er neyðugt við eini hægri útbúgving í teld, sum klekir fólk, sum eru før fyri at hugsa á einum hægri »abstraktións«-stigi. Miðað eigur at verða eftir at útbúgva fólk heilt upp á Ph.D.-stig. Tað vilja verða fólk við teimum hægru útbúgvingunum, sum kunnu stðra og taka initiativ í samband við størri verkætlanir. Men sjálvsagt verður tørvur á fólki við øllum útbúgvingarstigum.

? Tað verður ikki talan um kapping millum okkum og Handilsskúlan. Heldur tvørturímóti. Okkara útbúgving gevur t. d. teldustøðingum møguleika at halda fram á Náttúruvísindadeildini, og tað eigur at geva ávísar fyrimunir, heldur Hans Pauli.

Hann leggur afturat, at telduútbúgvingarnar á Setrinum eru víðari útbúgvingar, sum í ávísum førum byggja á teldustøðingaútbúgvingina hjá Handilsskúlanum, so heldur enn at taka av teirra grundarlagi, verður setrið annar parturin av útbúgvingarleið næminganna.


UMMS vil hava ferð á

Tá arbeiðsbólkurin fyrireikaði teldustøðingaútbúgvingina, sum nú er í gongd á Handilsskúlanum, kom hann eftir, at tað var tørvur á eini útbúgving, sum fer víðari enn tað, sum Handilsskúlin kann bjóða.

Undirvísingar- og mentamálastðrið tók tilmæli til sín og heitti á Fróðskaparsetrið um at arbeiða við at samskipa BS-útbúgvingina í teldufrøði við teldustøðingaútbúgvingina á Handilsskúlanum, og tað arbeiðið var liðugt í fjør.

Síðani er Setrið farið víðari og hevur gjørt eina nýggja útbúgving, sum teir kalla BS í kunningartøkni, og eisini hon er ætlað sum eitt framhald av teldustøðingaútbúgvingini, men kortini øðrvísi enn frøðingaútbúgvingin.

Frøðingaútbúgvingin er heiltíðarlestur, meðan BS í kunningartøkni verður tað, sum verður kallað »opið setur«, ella á donskum »åbent universitet«.

Hetta merkir í stuttum, at næmingarnir, umframt lesturin, hava arbeiði við síðuna av. Lesturin er skipaður sum hálvtíðarlestur, og hugsanin er, at næmingarnir annars eru í arbeiði hjá eini fyritøku.

Hans Pauli Joensen ber ikki ótta fyri, at hetta kann hava ringa ávirkan á lestrarhugin. Heldur tvørturímóti.

? Eg rokni við, at vinnan fer at fáa gagn av eini slíkari útbúgving og tað fer Setrið so avgjørt eisini, tí vit fáa samband við vinnuna m.a. á henda hátt.


Samstarv við

útlendskar stovnar

Hans Pauli Joensen greiðir frá, at ætlanin í fyrsta umfari er at seta ein persón at taka sær av útbúgvingunum í kunningartøkni. Stovnurin hevur í tí sambandi søkt eftir einum vísindaligum starvsfólki við fortreytum at undirvísa og granska í teld.

? Men tað verður ikki bara hesin, sum kemur at hava fyrilestrarnar, tí ein partur av arbeiðsuppgávuni er gransking og tí verða ikki stundir til undirvísing burturav. Tað fara vit ætlandi at samstarva við útlendsk universitet og við føroysku KT-vinnuna um, sigur Hans Pauli Joensen.

Um útbúgvingin verður til nakað er sjálvsagt ein játtanarspurningur. UMMS hevur fingið umbøn frá Setrinum um serstaka játtan, men svar er ikki komið enn.


sveinur@sosialurin.fo