Setrið skerdi talufrælsið

Fróðskaparsetrið hevði ongan rætt at geva samfelagsfrøðinginum Jógvani Mørkøre ávaring, tí hann úttalaði seg kritiskt um nógv umrøddu Menas-frágreiðinina, sum Fróðskaparsetrið legði navn til. Tað er niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum, sum finst harðliga at leiðsluni í Fróðskaparsetrinum fyri at hava borið seg skeivt at

Framsøgufrælsið hjá Jógvani Mørkøre varð skert í óneyðugan mun. Og tí verður ávaringin, hann fekk frá leiðsluni á Setrinum hin 22. februar 2002, ógildað.
Tað er í stuttum niðurstøðan, sum Mentamálaráðið er komið til eftir at hava viðgjørt eina kæru frá Jógvani Mørkøre, adjunkti á Søgu- og samfelagsdeildini.
Alt byrjaði við, at Jógvan Mørkøre var rættiliga opinskáraður í Sosialinum tann 15. februar 2002. Eftir at partar av sonevndu Menas-frágreiðingini, sum skuldi viðgera avleiðingar av einari oljuvinnu í Føroyum, vóru komnir fram, gjørdi Jógvan Mørkøre púra greitt, at Setrið átti ongan lut í kanningini.
Málið var reist sum fyrispurningur í løgtinginum, og tí tók adjunkturin blaðið frá munninum. Granskingin varð stýrd av oljufelagnum BP og Menas, og Fróðskaparsetrið var bara undirveitari, segði hann og fanst bersøgin at tilgongdini til frágreiðingina, ið fekk nógva umrøðu ? ikki bara fyri tað góða.

Skert talufrælsi
Fyri sína hjartans meining fekk Jógvan Mørkøre eina ávaring frá ovastu leiðsluni í Fróðskaparsetrinum, sum eftir avgerð á setursráðsfundi eisini gav honum munnkurv.
Sagt varð í ávaringini, at Jógvan Mørkøre skuldi lata vera við at úttala seg ella at skriva nakað í sambandi við Menas-frágreiðingina, sum kundi seta Fróðskaparsetrið í ringt ljós og skaða umdømi innan- og uttanlands. Ávaringin gav sostatt Jógvani Mørkøre eina avmarking, sum minnir um tagnarskyldu.
Hetta var ávarsligt, tí tað er ein grundlógartryggjaður rættur hjá starvsfólkum at kunna tala og skriva frítt. Kanska er tað serliga umráðandi í einum universiteti, ið byggir á trúvirði, at vísindalig starvsfólk siga tað, sum tey meina. Bert í undantaksføri kann tagnarskylda áleggjast, um tað er neyðugt fyri at verja ávís almenn og privat áhugamál, stendur m.a. í fyrisitingarlógini.

Kærdi og vann
Ávaringin gjørdi, at Jógvan Mørkøre fór í farloyvi frá sínum starvi á Søgu- og samfelagsdeildini »fyri at sleppa burturúr øllum rokinum«, sum hann málbar seg. Samstundis kærdi hann umvegis Magistarafelagið átaluna fyri Mentamálaráðið.
Sakførarin hjá Magistarafelagnum mótmælti, at setursráðið skerjir framsøgufrælsið hjá starvsfólki ? og hetta hóast ongar fyriskrivaðar mannagongdir finnast um hesi viðurskifti á Fróðskaparsetri Føroya.
Málið gjørdist drúgt, og Mentamálaráðið kom til sína niðurstøðu 5. mai 2003. Sosialurin hevur fingið innlit í niðurstøðuna, sum Petur Petersen aðalstjóri hevur undirskrivað.
Staðfest verður, at »ávaringin skerjir framsøgufrælsið í óneyðugan mun«. Víst verður á, at umrøðan hjá Jógvani Mørkøre fer fram í fjølmiðlunum, eftir at onnur, sum hava havt við málið at gera, hava verið úti alment og umrøtt kanningina. Tað vil siga, at hóast frágreiðingin ikki enn er almenn, so eru partar av henni longu almannakunngjørdir, eins og samstarv og annað longu hevur verið lýst.

Fleiri feilir
Mentamálaráðið leggur í sínari niðurstøðu dent á, at í hesum føri átti Setrið at hava undirskrivað eina avtalu, áðrenn arbeiðið varð sett í gongd, sum gav pørtunum greiðar reglur at arbeiða eftir, so tað slapst undan ivamálum um, nær og hvussu arbeiðið skal almannakunngerast.
Mentamálaráðið vil ikki gera metingar um, hvørt orðingarnar hjá Jógvani Mørkøre hava skatt Setrið, tí luttøkan hjá Fróðskaparsetrinum í vísindaligum arbeiði er ikki trúnaðarupplýsing, sum er fevnd av tagnarskyldu.
Umframt prinsipiella málið um skerda framsøgnarfrælsið hjá adjunktinum, vísir Mentamálaráðið á fleiri málsviðgerðarfeilir, sum leiðslan á Setrinum gjørdi, tá ávaringin fall. Eitt nú verður víst á, at Jógvan Mørkøre ikki sjálvur varð hoyrdur, og at avgerðin hjá setursráðnum kundi verið øðrvísi, um Jógvan Mørkøre fekk hetta høvi. Tí sambært skjølum í málinum, sum lýsa samskiftið millum hann og rektaran, hevði Jógvan Mørkøre eina greiða meining um og fatan av, hvat er farið fram.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Maluni Marnersdóttir, rektara Fróðskaparsetrinum, tí hon var uttanlands. Jógvan Mørkøre, sum aftur er adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, vildi heldur ongar viðmerkingar gera í gjár.