Setið ikki donsku lógina um felags foreldramyndugleika í gildi í Føroyum

Hví ætlar samgongan at samtykkja ta donsku lóg­ina um felags for­eldra­myndugleika, tá danir sjálv­ir ásanna, at hon ikki er nóg góð og vilja broyta hana?

Theodor E. D. Olsen


Dagur og vika bar í sein­astu viku tey tíðindi, at Jógv­an við Keldu, inn­lendis­málaráðharri, ætlar at seta ríkislógartilmæli í gildi um felags foreldramyndugleika. Sambært Degi og viku vóru framsøgufólk úr samgonguni samd um hetta, og andstøðan varð als ikki spurd.
Danska løgmálaráðið sendi í 2002 eitt uppskot til føroysku myndugleikarnar um dagføringar av gomlu mynd­ugleikalógini at taka støðu til. Uppskotið er bygt á donsku lógina um For­ældremyndighed og sam­vær frá 1995, og tað er hetta uppskot, sum samgongan sigur seg ætla at seta í gildi fyri Føroyar.
Men hví skulu vit júst seta ta donsku lógina um felags foreldramyndugleika í gildi í Føroyum, tá onnur lond eru komin munandi longri á hesum øki enn Danmark? Hví ætlar samgongan ikki heldur at arbeiða fram ímóti at yvirtaka hetta málsøkið, tá hon hevur sett sær fyri at yvirtaka onnur málsøki í hesum valskeiðnum, so ein føroysk lóg kann gerast? Er tað tí, at ov nógv sokallað etisk mál eru blandað upp í familjulóggávuna, og tí ikki kunnu viðgerast floks­politiskt og enn minni yvir­takast sum ein heilur pakki?
Og hví kannar Dagur og vika ella aðrir fjølmiðlar ikki, hvussu lógin um fe­lags for­eldra­myndug­leika royn­ist í Dan­mark? Hetta kundi verið hent at vitað, um ætl­anin hjá føroyingum er at kopiera hana.
Eitt nú hevði borið til at spurt Foreningen Far ella far­ið inn á heimasíðuna hjá teimum ella øðrum áhuga­felagsskapum, ið stríðast fyri rættindum hjá pápum og børnum teirra í Danmark, og frætt, hvat hesi halda um lógina.

Bøtir ikki um javnstøðuna
Í Danmark er tað so, at um foreldur ikki eru gift, skal mamman skriva undir, um foreldrini skulu hava felags foreldramyndugleika. Longu her koppar javnvágin millum mammu og pápa, tí um mamman noktar, hevur hon foreldramyndugleikan einsamøll. Eisini um tey búgva saman.
Um foreldrini seinni velja at fara frá hvørjum øðrum, kann annar parturin tó velja at leggja sak og krevja allan foreldramyndugleikan.
Sambært núverandi donsku lógini, sum samgongan ætlar at samtykkja, hevur dómarin í slíkum førum ongan møgu­leika at døma felags for­eldra­myndugleika, hóast bæði foreldrini verða mett at vera egnað sum foreldur. Hevur annar parturin stevnt, er talan um antin ella.
Slíkar sakir kunnu tí vera sera torførar at avgera hjá einum dómara, sum skal meta um, hvat er best fyri barnið. Dómarin hevur tí møguleika at bjóða mekling sum eitt alternativ, men bert um báðir partar ynskja hetta. Um annar parturin ikki ynsk­ir mekling, skal dómur fellast.
Í øðrum londum enn Dan­mark ber hinvegin til at lata bæði foreldur varðveita for­eldramyndugleikan, um tey verða mett at vera egnað for­eldur.
Tí haldi eg tað vera av al­stórum týdningi, at føroy­ingar ikki fara at kopiera ta núverandi donsku lógina, av tí at hon eftir mínum tykki bert er eitt eiti og ikki nógv frægari enn lógin frá 1922, sum er í gildi í Føroyum í dag. Hetta sigi eg, tí danskir pápar, ið tapa nærum 80 % av slíkum rættarsakum, mugu sigast at vera eins illa stadd­ir og teir føroysku páp­arnir, sum heldur ikki hava møguleika at fáa felags for­eldramyndugleika yvir teirra børnum í Føroyum í dag. Munurin er bara, at í Danmark verða fleiri pápar ofta dømdir til at missa felags foreldramyndugleikan, hóast teir av dómaranum verða mettir sum egnað foreldur.
Og tá er spurningurin, um tann felags foreldra­mynd­ugleikin sambært donsku lógini frá 1995 er nøkur trygd, um partarnir velja at fara hvør til sítt. Hon bøtir í øllum førum ikki upp á javnstøðuna mill­um kynini, sum var eitt av argumentunum hjá m.ø. um­boði Javnaðarfloksins fyri at seta ta donsku lógina í gildi í Føroyum. Hon bøtir heldur ikki um rættartrygdina hjá børnunum og rætt teirra at kenna bæði síni foreldur.
Danir ætla at broyta lógina, sum samgongan ætlar at seta í gildi.
Tí áttu vit heldur arbeitt fram ímóti at yvirtikið familju­rættarlóggávuna, so vit sjálv kundu dagført lógir á økinum.
Í hesum sambandi áttu før­oy­ingar heldur at hugt eftir lógunum í t.d. Svøríki,
Norra, Íslandi og Týsk­landi, har tað m.a. ikki ber so væl til at døma fólk til ikki at hava felags for­eldramyndugleika, um bæði eru egnað sum foreldur. Tá høvdu børnini havt rætt til bæði síni foreldur, og bæði foreldrini havt skyldur mót­vegis sínum børnum.
Í Danmark verður í hesum døgum kjakast á politiskum stigi um at broyta hesa lóg­ina, sum føroyingar ætla at samtykkja.
Flestu flokkar ásanna, at verandi danska lóg ikki er nóg góð, og konservativi danski familju­mála­ráð­harrin, Lars Barfoed, hevur sett eina nevnd at kanna, um danska lógin er tíðarhóskandi.
Eisini kann nevnast, at í t.d. Svøríki kann ein sak av slíkum slagi vara einar tvær vikur at avgreiða í rættinum. Í Danmark tekur hon bert tveir tímar.
Somuleiðis hava røddir í Føroyum verið frammi um, at tað átti at verið barna­sak­køn ráðgeving hjá Ríkis­um­boðnum. Men tað er kortini avmarkað, hvussu nógv ein samtala í hálvan annan tíma kann geva foreldrum. Har skal meira til, og er hetta aftur eitt dømi um, at Danmark eftir mínum tykki ikki eigur at vera fyrimynd, tá lógir um familjurætt skulu smíðast í Føroyum.
Tí sum so er ikki tann stóri munurin, um ein lóg er frá 1922 ella 1995. Tað er innihaldið í henni, sum telur.