Sethúsaprísurin í eina náttúrliga legu

Tað er eingin loyna, at sethúsaprísirnir í Havn eru methøgir í løtuni, og tað er einki, sum týðir uppá, at teir fara at lækka í nærmastu framtíð, sigur Jákup Sverri Kass

Ólavur í Beiti


Metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at neyðugt er at seta tiltøk í verk til tess at taka hæddina av prísinum á sethúsum o.ø. møguligum árinum, sum koma í sambandi við eina komandi oljuvinnu í Føroyum? spyr Jákup Sverri Kass í fyrispurningi til Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra.

Í viðmerkingunum, sigur Jákup Sverri Kass, at tað er eingin loyna, at sethúsaprísirnir í Havn eru methøgir í løtuni, og tað er einki, sum týðir uppá, at teir fara at lækka í nærmastu tíðini. Og um ein møgulig óljuvinna kemur at vinna sær fótafesti her á klettunum, so fara virðini á teimum føstu ognunum at vaksa enn meira.


Meinigi maðurin tryggjast

? Vit eru noydd at tryggja okkum, at tann meinigi maðurin framhaldandi fer at hava møguleika at festa sær búgv uttan at seta seg í lívlanga skuld.

? Politisku myndugleikarnir eiga og skulu tryggja, at príslegan á sethúsum ikki fer at vaksa ovurhonds og ger at bara óljufeløgini og ríkmaðurin koma at hava møguleikan at byggja og keypa hús og harvið taka møguleikan frá føroyingum, sum ynskja at búgva í økjum, har oljuvinnan fer at hava týdning.

Og Jákup Sverri Kass vónar so sanniliga, at landstýrið tekur hendan spurningin í stórum álvara og fer at arbeiða við at tryggja, at sethúsaprísurin og prísurin á grundstykkjum koma í eina náttúrliga legu, sigur hann í viðmerkingunum.