Seta treytir fyri at geva byggiloyvi til tunnilin

- Tórshavnar býráð fer ikki at geva byggi- ella íbindingarloyvi til undirsjóvartunnilin, uttan so at innkomuvegurin til Havnar onkursvegna er við í prosjektinum.

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, púra avgjørdur, í kvøld.

- Tað nyttar onki, at ein Eysturoyartunnil styttir farleiðina nakrar minuttir – um somu minuttir skulu brúkast til at standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum

- Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum inn í høvuðsstaðin mugu og skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugtgjørdir.

Heðin Mortensen vísir á, at fleiri býráðssamtyktir fyriliggja, sum áleggja honum at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

- Í allari almennu viðgerðini av tunnlinum er ikki eitt orð er nevnt um at halda kommununar við endarnar av tunnlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja framkomiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er ein mansaldur gomul.

- Landsins myndugleikar hava ikki víst politiskan vilja til at seta pening av til endamálið. Hetta kunnu vit sum býarmyndugleiki ikki lata um okkum ganga, og tí skulu hesi viðurskifti heilt einfalt vera komin uppá pláss, áðrenn ferðslan kemur upp í Tórshavnar kommunu úr undirsjóvartunnlinum, staðfestir borgarstjórin í Havn.

- Tað verða hvørki landsmyndugleikar ella privat feløg, sum broyta hesa støðutakan, leggur hann afturat.