Seta tiltøk í verk ímóti russiskum reiðaríum

Landsstýrið fer at biða Løgtingið um víðkaðar heimildir.

Melkart 5 á skipasmiðjuni Mest í Havn. Tað eru m. a. skip hjá hesum reiðarínum, sum tiltøk verða sett í verk ímóti

Tað segði løgmaður millum annað í ólavsøkurøðu løgmans, tá tingið varð sett í dag.

– Støðan er ófrættakend. Óviss. Tollstríðið hjá USA kann fáa stórar fylgjur fyri Føroyar, tí tað, vit framleiða, útflyta vit í stóran mun, og tað, vit nýta, innflyta vit í stóran mun. Vit hava tó bara ræði á egnum leikum. Vit ráða ikki fyri, hvussu onnur flyta. Men vit fylgja væl við og gera tað, vit kunnu, fyri at leggja uppfyri. Aðrir vígvøllir síggjast við áhaldandi polarisering og kríggi. 

– Ukraina stríðist fyri landøki, fólkaræði, frælsi – og fyri øllum Evropa. 

– Føroyar stuðla Ukraina við neyðhjálp. Vit hava tikið ímóti flóttafólkum, og í heyst ætla vit at lata Ukraina skjóttgangandi bátar. 

– Øll revsitiltøk, sum ES hevur móti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina, eru eisini galdandi hjá okkum. ES og Noreg settu fyri kortum tiltøk í verk mótvegis tveimum russiskum reiðaríum, sum eisini eiga skip, ið fiska undir Føroyum. Ikki orsakað av krígnum í Ukraina, men tí orsøkir eru at halda, at teirra skip taka lut í illgrunasomum virksemi. 

– Landsstýrið fer um stutta tíð at biðja løgtingið um at víðka um verandi heimildir, soleiðis at Føroyar kunnu seta hesi tiltøk í verk. Og í Gasa er støðan ræðulig. Landsstýrið tekur fult undir við fráboðanini, sum 30 lond skrivaðu undir fyri viku síðani, um at enda kríggið í Gasa í stundini, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað í løgmansrøðuni.

 

 

Melkart 5 á skipasmiðjuni Mest í Havn. Tað eru m. a. skip hjá hesum reiðarínum, sum tiltøk verða sett í verk ímóti