Nú fer Tórshavnar Býráð at seta reglur fyri, hvussu fólk skulu bera seg at í Kirkjugarðinum.
Tað gera tey tí at klagur hava verið um, at tað er alt ov ófriðarligt í kirkjugarðinum, tí fólk koyra í bili í kirkjugarðinum, hundar ganga leysir og arbeitt verður tíðliga og seint. Men nú verður tað staðfest í eini reglugerð, at kirkjugarðurin er vígdur friðarstaður, sum eingin má órógva.
Ein regla er, at tað er bara loyvt at ganga eftir kirkjugarðsgøtunum, og har, sum ikki er grivið. Hundar skulu ikki ganga leysir í kirkjugarðinum og onnur dýr skulu ikki vera har yvirhøvur. Tað verður ikki loyvt at koyra eftir gøtunum í kirkjugarðinum, uttan við akførum hjá kommununi, ella hjá øðrum, sum hava fingið serligt loyvi til tað. Men hetta er kortini ikki galdandi fyri barnavognar, koyristólar og avlamisbilar.
Tað verður heldur ikki loyvt at arbeiða á kirkjugarðinum ímeðan jarðarferð er, og tað er heldur ikki loyvt at arbeiða í kirkjugarðinum sunnudagar og halgidagar. Og yrkadagar er ikki loyvt at arbeiða fyri sólarris og eftir sólsetur. Og um summarið er ikki loyvt at arbeiða í kirkjugarðinum eftir klokkan 20.
Men hetta er kortini ikki galdandi fyri fólk, sum fara í kirkjugarðin at halda eina grøv og at hampa um.