Sandoyartunnil
Um nøkur ár verður koyrandi av Streymoynni í Sandoynna.
Tað hava fleiri politikarar úr fleiri flokkum sagt.
Og politikarar úr øllum flokkum gera sítt til at halda lív í hesi ætlanini.
Tí hevur ein samd vinnunevnd hjá løgtinginum mælt til, at meiri ferð verður sett á arbeiðið at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoynna og Sandoynna.
Vinnunenevndin hevur sostatt samtykt at heita á fíggjarnevndina og Løgtingið um at seta meiri pening av til tær forkanningar, sum skulu gerast.
Upprunaliga bað landsverk um at fáa fimm milliónir næsta ár til at gera forkanningar fyri í sambandi við komandi undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.
Vinnumálaráðið hevur upplýst, at Landsverk metti, tað var ein hóskandi upphædd, so at fyrsti partur av kanningunum kann fáast frá hondini.
Sjálvar kanningarnar skulu gerast á sumri, meðan útgreiningarnar kunnu gerast um veturin.
Men nú er fíggjarlógin fyri 2006 til viðgerðar og í tí sambandinum mælir vinnunevndin hjá Løtinginum til at geva Landsverki tær fimm milliónirnar hann bað um, so at fyrsti partur av kanningunum kann gerast liðugur næst ár.
Tá ið sagt verður fyrsti partur av forkanningunum, er tað tí, at mett verður, at tað verður neyðugt við nøkrum fleiri kanningum afturat í 2007.
Men í øllum førum fara tær fimm milliónirnar at røkka rættiliga langt í sambandi við at gera forkanningarnar lidnar.
Sostat mælir Vinnunevndin til at Landsverk fær ikki fýra milliónir, sum landsstýrið hevur ætlað, men fimm milliónir til at gera forkanningar fyri í sambandi við fast samband um Skopunarfjørð.
Tað er ein samd vinnunevnd sum stendur aftanfyri tilmælið og tí eru vónirnar til at tað verður fylgt, rættiliga góðar.










