Serstakasta upplivilsi, Føroyar hava at bjóða

Klæmintsgjógv er heimsins besta konserthøll og har verður nú útgávukonsert

Næsta sunnudag, tað er sunnudagin 20. Juli, verður ein útgávukonsert, sum róliga kann kallast ógvuliga forvitnislig.


Tað er Dávur Juul Magnussen, sum hevur útgávukonsert í Klæmintsgjógv í Hesti í sambandi við fløguna Cesurae, sum hann samstundis gevur út.


- Hetta er ein tann mest forkunnuga og serstaka náttúru og mentannar upplivingum sum Føroyar hava at bjóða, siga tey í einum tíðindaskrivi í sambandi við konsertina.

 

Dávur Juul Magnussen, spælir trombonl og tað er hann, sum er stigtakari til hesa upptøku.

 

Hann hevur sjálvur spælt nógvar konsertir úti í Klæmintsgjógv, og heldur at hetta er heimsins besta konsert høll.


- Tónleikurin á fløguni spennur vítt. Frá klassiskum tónleiki til fría improvisatión. Men, allur tónleikurin spælur væl saman við serstøku ljóðviðurskiftunum, sum er í Klæmintsgjógv.

- Henda stóra holan gevur sera stórt og flott afturljóð, umframt nógv náttúruljóð, í blíva til ein virknan luttakara í tónleikinum. Ein er aldrin ensamallur í Klæmintsgjógv, tí Klæmint spælur altíð við, siga tey.


Tónleikararnir á fløguni eru:

Dávur Juul Magnussen: Trombon

Tróndur Olsen: Trompet

Ólavur Olsen: Trompet

Katrin Jørgensen: Trompet

Vidar Dahl: Trompet

Jan Rúni Poulsen: Trummur

Tað er Dávur Juul Magnussen sum hevur framleitt fløguna og Jónas Bloch hevur tikið upp og ljóðbandað.


- Henda fløguútgáva er bert tað fyrsta hugskotið hjá Dáva, viðvíkjandi Klæmintsgjógv, sum er vorðið veruleiki, sigur hann.

 

- Saman við ørðum hevur hann nógv hugskot til framtíðina. Klæmintsgjógv er longu heimsins besta konserthøll. Dávur vil at hon eisini skal gerast ein av heimsins kendastu, siga tey í tíðindaskrivi.