Í hesum døgum eru liðin 30 ár síðani, at Føroya helst best umtókta orkestur nakrantíð, Frændur góvu sína fyrstu plátu út.
Síðani 1984 hevur verið talan um ein perlusnór av hittum, sum Føroya fólk hevur tikið væl undir við, og nogvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn.
Klokkan 15.10 til 17 í dag fer Rás2 at hava eina serliga sending, har fleiri av størstu hittunum hjá Frændum verða spæld. Vit fara eisini at práta og hugleiða saman við Steintóri Rasmussen um ríka 30 ára tíðarskeiðið.
Møguleiki verður eisini at vinna tvey atgongumerki til stóra 30 ára tiltakið hjá Frændum, sum verður í ítróttarhallunum í Klaksvík komandi leygarkvøld.