Heilt frá tí, at útlendingar í 1840-árunum løgdu seg útí, hvussu vit skuldu stava okkara móðurmál, hevur tann hugburður verið darvandi fyri natúrligu málmenningina, at okkara málsligi veruleiki ikki skuldi kunna viðurkennast sum fullførur, men mátti snikkast til við ymsum átøkum.
Tað nýggjasta er hetta, at c, q, w, x og z skulu rekast burtur úr tí stavrað, sum alt tað tilkomna fólkið hevur í sínum hugaheimi, og tað er tað nýggja Málráðið, sum nú hevur lagt harðliga út til hesa broyting.
Hugaligt var tað, tá landsstýrismaðurin í mentamálum Bjørn Kalsø tók stig til at fáa sett eitt fjølment málráð umboðandi ymisk sjónarmið, sum millum ár og dag hava verið frammi um okkara málsligu viðurskiftir. Men lítið batar tað, um skipanarlagið hjá nevndini ikki er demokratiskt. Við tí innliti, sum vit m.a. av samrøðu í Sosialinum herfyri við Jonhard Mikkelsen hava fingið um ta støðuna, er orsøk til iva. Av teim 11 ráðslimunum mynda teir 5 eina starvsnevnd, sum sínámillum viðger aktuel mál, tekur støðu og leggur kós til loysnir, áðrenn hini 6 – teirra millum tveir av okkara fremstu lingvistum - koma til orða og frá byrjan fáa lýst sína sannføring og tilráðing.
Sera ynskiligt er tað tí, at landsstýrismaðurin endurskoðar arbeiðssetningin hjá Málráðnum, um vit skulu kunna hava álit á ráðnum til komandi uppgávur so sum t.d. at taka endaliga støðu til landalæruheitini og onnur átrokandi stórmál, eitt nú at endurskoða okkara torføru rættskriving, áðrenn hugsað verður um eina stavsetingarorðabók, ið sum skilst er á dagsskrá.
Omanfyri nevndu stavir vóru ikki í fornnorrønari stavseting, tað vita vit. Men øll mál eru fyri ávirkan uttanífrá og laga seg til nýggjar umstøður, uttan at tey av teirri orsøk eru í vanda fyri at missa fótafesti sum sjálvstøðug mál. Sjálvandi ber tað til at doypa Victor um til Viktor - ella kanska Viktur, sum jú sær føriskari út -, lata Carlsson vita, at nú skal hann eita hann Karlsson, skifta Wilhelm út við Vilhelm og Wilkinson við Vilkinson. Soleiðis eru tað eisini so mong innlænt orð og heitir, sum hava fingið norrønari dám við bert at nýta upprunaliga stavaúrvalið. Men í øðrum førum ber ikki til – sum t.d. at tosa um S-dur í staðin fyri C-dur og at ráða fólki til at fáa sær nóg mikið av s-vitaminum.
Sjálvandi skulu vit røkja okkara mál væl og byggja borð fyri báru, um ágangurin uttanífrá er ov meinur, soleiðis sum vit komu fyri við dansktmæltum skúla í næstan heila øld, og soleiðis sum tað nú leikar á við enskari ávirkan. Ávís málreinsan, purisma, er ikki av tí illa, men vit eiga at ansa okkum, at vit ikki gerast málsligir heimføðingar – kanska í søgubókum fara at lesa um persarakongin Serkses (Xerxes) ella móti sumri at leggja ætlan um at fara suður til Veyls (Wales) at ferðast.
Sum partur av og við støðugum samskifti við Vesturheimin hava vit bara fyrimun av, at okkara børn enn sum áður til fulnarlæra sítt A-B-C.