Serbia harmast Screbrenica

Serbiska tjóðartingið hevur samtykt eina yvirlýsing, har Serbia formliga biður um umbering fyri hópdrápið í Screbrenica í 1995, har fleiri túsund bosniskir muslimar vórðu myrdir.

Í yvirlýsingini biður tjóðartingið eisini um umbering fyri, at serbisku myndugleikarnir ikki gjørdi nóg mikið fyri at forða hópdrápinum.

Kanningar hava víst, at umleið 8.000 muslimskir menn og dreingir vórðu myrdir í hópdrápinum í Screbrenica.

Tað vóru bosniaserbiskir hermenn, sum framdu illgerðina. Oddamaður teirra, generalurin Ratko Mladic, gongur framvegis leysur.