Sendistova í Grønlandi sjálvsøgd fyri onnur – hjá okkum bert snakk?

29. januar í ár løgdu Framsókn og Tjóðveldi fram  “Uppskot til samtyktar um at seta á stovn sendistovu í Grønlandi”. Endamálið var “at arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum landanna millum”.

 

Uppskotið varð viðgjørt í løgtinginum 13. februar til 1.viðgerð og 6. juni til 2. viðgerð, har málið varð felt av sitandi samgongu. Meirilutin skrivar, at tað er týdningarmikið við føroyskari umboðan í Nuuk, men heldur ikki, at tíðin er bugvin at seta sendistovu á stovn. Løgmaður boðaði Uttanlandsnevndini, at hann arbeiðir við føroyskari umboðan í Grønlandi – eisini í samráði við føroyskt vinnulív.

 

Nú frættist í miðlunum fram móti seinasta vikuskiftinum og í føroyska  útvarpinum í mánadagin, at Ísland hevur sett Aðalkonsulát á stovn í Nuuk. Fleiri onnur lond eru longu umboðað í Grønlandi í vinnuligum, mentanarligum og  útbúgvingar-/granskingarsamstøvum, tí Grønland í altjóða høpi verður mett at vera áhugvert øki á so mangan hátt.

 

Er tað ikki løgið, at føroyingar, sum hava havt so nógv við Grønland at gera ígjøgnum tíðina og eru í sokallaðum ríkisfelagsskapi við Danmark saman við Grønlandi, eru so seinir at taka verulig stig til eitt stovnsett samstarv við hetta so týdningarmikla land? Hvussu leingi skal málið kannast og umrøðast, áðrenn støða verður tikin til møguliga føroyska umboðan í Grønlandi?

 

Stendur tað til Framsókn verður ferð sett á bæði hetta mál og sendistovuvirksemi sum heild í øllum teimum londunum, sum eru mest viðkomandi fyri Føroyar sum land og fyri føroyskan marknað. Seinasta uppskot um altjóða sambond og virksemi er lógaruppskotið “..um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka”, sum Framsókn legði fram saman við Tjóðveldi 23. oktober. Tað var til 1. viðgerð 4. november. 

 

Meiri um uppskotið til samtyktar um sendistovu í Grønlandi og viðgerðina sæst her: http://www.logting.fo/files/casestate/13057/073.12%20U.t.s.%20um%20at%20stovna%20sendistovu%20i%20Gronlandi%20(1).pdf

 

Meiri um lógaruppskotið “um mál og málsøki føroyskar myndugleika at yvirtaka” og viðgerðina sæst her:http://www.logting.fo/files/casestate/13759/035.13%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20log%20um%20fult%20raedi%20a%20uttanrikis-trygdar-verjumalum.pdf

 

Hanna Jensen,

løgtingskvinna fyri Framsókn