Amerikanska Senatið góðkendi í gjárkvøldið, at Elena Kagan kann setast í embæti sum dómari í amerikanska Hægstarætti. Tá Elena Kagan tekur sæti í Hægstarætti, eru tríggjar kvinnur í rættinum samstundis, og tað er ikki hent fyrr.
Tað var Barack Obama, forseti, sum innstillaði Elenu Kagan til hægstarættardómara. Hetta er aðru ferð, at hann tilnevnir dómara í Hægstarætt, og báðar ferðirnar hevur hann valt eina kvinnu.
Elena Kagan, sum hevur starvast á løgfrøðideildini á Harward, tekur við sum hægstarættardómari eftir John Paul Stevens, sum hevur valt at leggja frá sær.