Semjast um at spekulera mótvegis landskassanum

Jørn Astrup Hansen heldur tað vera trupult at síggja, hvat tryggingartakar kunnu semjast við ein nýggjan íleggjara um ? uttan at spekulera við allari ognini hjá Lív. Tað gongur bara út yvir landskassan, sum veðheldur fyri milliardir.

- Tá landsstýrið nú kortini skal selja Lív, so átti landskassaveðhaldið at verið strikað. Soleiðis kundu tryggingartakararnir fingið felagið fyri einki, um landskassin afturfyri slapp undan veðhaldinum, heldur Jørn Astrup Hansen.

Tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at sleppa undan einum slíkum veðhaldi, tá tað hóttir við at blíva effektivt. Men Jørn Astrup Hansen sigur, at tað kortini ikki er ógjørligt. Hann vísir á, at ein størri danskur pensjónskassi herfyri fekk loyvi frá Fíggjareftirlitium at sleppa undan slíkum veðhaldi.

- At seta veð fyri einum ávísium minstaavkasti - ella eini ávísari minsturentu 50 ár fram í tíðina ella meira svarar jú til at tryggja, at miðalhitin í juli næstu 50 árini skal vera minst 11,5 stig. Tað eru slíkar trygdir við peningi hjá skattaborgarum, sum politikararnir skulu halda fingrarnar langt burtur frá, heldur Jørn Astrup Hansen.

Hann heldur, at tann kaotiska tilgongdin, sum byrjaði í 2004, nú hóttir við at enda í eini tragediu fyri Lív og fyri landskassan.

- Tann sera umstrídda privatiseringin av Lív tykist hjá tryggingartakarunum (fakfeløgunum) at byggja á ta fatan, at tryggingartakararnir eru teir røttu eigararnir av Lìv. Men soleiðis er tað ikki. Grundarlagið hjá Lív er landskassaveðhaldið og bert í minni mun eginognin hjá felagnum. Tað er landskassin, ið sum garantur hevur alla ábyrgdina av rakstrinum hjá Lív og sum harvið eisini er tann rætti eigarin, sigur Jørn Astrup Hansen.

Hann sigur víðari, at við at tryggingartakararnir eiga helmingin og ein kommersiellur íleggjari eigur hin helmingin, so hava lóggevararnir givið Lív tað ringast hugsandi ognarbýtið.

- Tað er ringt at síggja, hvat skuldi sameint tveir so ómakaligar partar. Tryggingartakararnir vilja nýta heitthvørt yvirskot til tryggingarligar reservar, meðan íleggjarin helst vil hava yvirskotið út sum vinningsbýti. Vandin er, at partaeigararnir í Lív bara kunnu semjast um at spekulera mótvegis landskassanum. Tað hevði jú verið risikofrítt fyri Lív at sett alla ognina í hárisikoíløgur. Gongur tað væl, fáa tryggingartakararnir og partaeigararnir vinningin. Gongur tað illa, so tekur landskassaveðhaldið yvir, og tí heldur Jørn Astrup Hansen lítið um ta avgerð, sum løgtingið tók hósdagin, og sum kann koma at kosta føroysku skattgjaldaranum meira enn bankabjargingin á sinnni.