Stórt potentiali er í føroyskari fiskivinnu, sum dró 550.000 tons upp úr havinum í fjør. Hetta skapti vøkstur fleiri staðni, men vit kunnu fáa væl meira burtur úr tilfeinginum.
Fekst bara 1 króna aftrat fyri hvørt kilo, sum kom upp úr havinum í fjør, hevði búskapurin vaksið við 550 mió. kr. Hetta hevði verið eitt stórt fet á leiðini til búskaparligt sjálvbjargni.
Eitt lítið dømi sum hetta vísir, hvussu stórt potentiali er í fiskivinnuni, og avgerandi neyðugt er tí, at breið semja er um, hvussu vit umsita fólksins ogn og fáa sum mest burtur úr henni.
Okkara uppskot til eitt felags grundarlag fyri eini breiðari semja um fiskivinnuna er hetta:
1. Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks:
Loyvi og rættindi kunnu ikki keypast og seljast millum privat. Rættindini, t.e. kvotur og fiskidagar, fella aftur til landið, tá tey ikki eru brúkt. Samráðingar verða tiknar upp við vinnupartarnar um eina skiftisskipan í tíðarskeiðnum, tá farið verður burtur frá politiskari útluting til útbjóðing á almennum marknaði. Í lóg verða avmarkingar settar fyri, hvussu stóra atgongd einstakar fyritøkur hava til samlaða tilfeingið.
2. Stovnsrøkt og burðardygg veiða
Fiskiríkidømið skal vera varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Stovnarnir skulu endurnýggja seg, og vit skulu semjast um at fylgja ráðgeving, ið byggir á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva innsavning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
3. Á føroyskum hondum
Fiskirættindini skulu vera á føroyskum hondum og ikki á útlendskum. Bara fyritøkur, ið eru skrásettar í Føroyum og fult skattskyldugar í Føroyum, kunnu taka lut í at veiða og troyta tilfeingið.
4. Virðisøking í Føroyum
Alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands, og atkomiligt skal vera hjá føroyskum feløgum at bjóða upp á veiði, sum er veidd við føroyskum rættindum.
5. Føroyskir sáttmálar og reglur
Øll, sum starvast í vinnuni, skulu fylgja føroyskum reglum og galdandi sáttmálum á økinum.
6. Altjóða avtalur og atgongd til marknaðir og virðisøking
Føroyskir myndugleikar skulu við sterkum samráðingartoymi brúka alla orku at tryggja rættindi Føroya til felags fiskastovnar í Norðuratlantshavi, góðar avtalur um at fiska hvør hjá øðrum og at gera handilssáttmálar við onnur lond, ið geva marknaðaratgongd og virðisøking fyri føroyskar fiskavørur. Ein tílík skipan av fiskivinnuni er grundarlagið undir einum sjálvberandi og sosialt rættvísum Føroyum.
Hesir eru høvuðstættirnir í tí semju, sum eigur at verða gjørd, og flokkarnir eiga beinanvegin eftir valið at fara undir at fremja nýskipanina, so sleppast kann burtur úr politisku útlutingini av tilfeinginum til eina nýskipan, sum gagnar øllum Føroya fólki.










