Semja eyðkendi veljarafundin í Trongisvági

Veljarafundurin í Trongisvági í gjárkvøldið varð ov nógv eyðkendur av semju. Semju um, at útjaðarin skal mennast. Semju um, at vælferð og tey bleytu virðini skulu raðfestast hægri. Semju um, at umhvørvið skal verjast. Og semju um, at útbúgving skal fáa størri játtan. Ov lítið varð gjørt við at gera ítøkiligar raðfestingar og at siga tað hart fyri veljaranum

ABC flokkarnir hava úr at gera við at kína hvønnannan við hárunum, nú hálvonnur vika er til valið. Hóast floksleiðararnir vísa á, at “allir møguleikar eru opnir”, so bendir okkurt á, at samgonguflokkarnir fegnir vilja halda fram við hesum samstarvinum.

Á veljarafundinum í gjárkvøldið var tað serliga løgmaður, sum hálovaði undanfarnu samgongu. Hóast Høgni Hoydal roynir at koyra grús í maskinaríið hjá ABC, hevur hetta ikki eydnast higartil.

Eingin ivi er um, at ynkisamansetingin hjá løgmanni í løtuni er eitt framhaldandi samstarv millum ABC flokkarnar.

Kringvarpið hevði annars tikið kritikkin av tí fyrsta fundinum til eftirtektar, og hesuferð sluppu onnur valevni ikki framat at seta dagsskránna.

Fundurin var nógv merktur av, at politikararnir ofta vóru samdir um tað endaliga málið, men kappaðust um at taka æruna fyri framstig og at brigsla hvørjum øðrum fyri vanrøkt á øðrum økjum. Veljarin gjørdist tí ikki so nógv klókari.


Blokkurin?

Kaj Leo Johannesen vildi annars hava eitt kjak um blokkin úr danska statskassanum. Hann eftirlýsti einum kjaki um blokkin. Jóannes Eidesgaard hevur sagt, at Javnaðarflokkurin ongantíð hevur havt nakran trupulleika við donskum pengum, men hann hevur tó eisini róð framundir, at vit við tíðini eiga at loysa okkum frá donskum pengum. Fólkaflokkurin hevur greitt meldað út, at blokkurin við tíðini skal burtur, og at ein breið búskparlig semja skal slóða fyri hesum.

Á hesum økinum er stór ósemja millum samgonguflokkarnar og serliga millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.


Endurføðingin hjá Sjálvstýrinum heldur fram

Sjálvstýrisflokkurin hevur veruliga brynjað seg við fleiri spennandi valevnum til hetta valið, og ábendingar eru um, at flokkurin fær tveir tinglimir valdar hesuferð. Á fundinum í gjár gjørdu serliga Kári á Rógvi og Hans Blaasvær vart við seg.

Hans Blaasvær hevur gjørt vart við seg seinastu mánaðirnar í sambandi við mótmæli av raðfestingunum hjá sitandi løgtingi. Hans Blaasvær nýtti aftur høvi í gjárkvøldið staðfesta seg sum tunnilsmótmælismann.

- Hevði eg havt eina milliard, so hevði eg ikki koyrt hana í eitt hol, men heldur brúkt peningin til eitt universitet í Føroyum. Politikkur snýr seg um raðfestingar, segði Hans Blaasvær.

Hetta er ein roynd at seta vælferð og útbúgving upp ímóti útbygging av samferðslukervinum og serliga tí kostnaðarmikla tunlinum til Sandoynna, har vit skulu raðfesta vælferðartænastur og útbúgving framum tunlar.

Á hinum vonginum stóð Páll á Reynatúgvu. Hann ávaraði ímóti einum ófrættakendum ráki, har borgarar landsins verða gjørdir upp í pengum.

- Hvussu nógv kostar ein gásadalskona? Ella hvussu nógv kostar ein dalbingur, spurdi sandoyartingmaðurin retoriskt.

Hesir báðir politikarar ímynda tað stríð, sum hevur tikið seg upp í føroyska samfelagnum seinastu tíðina. Annar vongurin vil broyta raðfestingarnar á fíggjarlógini, soleiðis at t.d. tunlar verða settir meira niðalaga á listanum. Hin vongurin vil hava fleiri útbyggingar á samferðsluøkinum og vilja ikki at seta vælferðina upp ímóti teimum sokallaðu hørðu virðunum.

Hetta hevur eyðkent valstríðið higartil og fer óivað at gerast meira sjónligt framyvir.