Fleiri lesarar okkara hava víst á, hvussu fiskivinnu- og aliloyvini áttu at verið øðrvísi skipað enn í dag. Rói Egholm er ein teirra, sum alment hevur funnist at verandi skipan og víst á aðrar loysnir. Ein loysn, sum gongur uppá, at selja verðandi fiski- og æliloyvi, sum hava eitt samlað virði á 1,5 milliardir krónur.
Rói Egholm ímyndar sær eina fólkaatkvøðu, har allir føroyingar, sum jú eiga ogn Føroya fólks, sleppa á fólkaatkvøðu um fiskitilfeingi. Her skulu teir sjálvir gera av, hvat skal enda við teirra parti, sum svarar til umleið 30.000 krónur árliga, um vit siga, at 48.000 fólk búgva í Føroyum.
Rói Egholm spælir við tankan um, at hvør einasti føroyingur árliga fær útgoldið helvtina av sínum parti, tað vil siga 15.000 krónur skattafrítt, aftrat vanligu inntøku síni. Hin helvtin fer til rakstur og menning av samfelagnum. Hetta merkir, at eitt húski, sum telur eitt foreldrapar og trý børn hevði fingið fimm ferðir 15.000 krónur, sum er 75.000 skattafríar krónur, umframt vanligu inntøkuna.
Um føroyingar valdu henda leistin, hevði búskapurin í 2012 fingið eitt yvirskot á umleið 250 milliónir krónur, metir Rói Egholm aðrastaðni í dagsins blað.
- Um allir føroyingar taka av hesum tilboðnum, so fær landsbúskapurin í 2012 eitt yvirskot áljóðandi uml. 250 mió. Kr.
Rói Egholm sær eisini ein annan møguleika og tað er, at allur ágóðin av søluni fer til Landskassan, og kunnu Føroyar soleiðis fáa ein sera sterkan landsbúskap, til rakstur og framtíðar menning.
Hetta hevði broytt verandi støðu, har Rói Egholm rør upp undir, at vit hava frásagt okkum omanfyri nevndu inntøkur og gevur hesi virðini til landsstýrismennirnar í fiskivinnumálum og, fyri aliloyvini, til landsstýrismannin í vinnumálum at umsita.
- Teir kunnu síðani útflíggja hesi virðir til útvaldar føroyingar og útlendingar, uttan nakran kostnað. Hetta førir so við sær, at tú frásigur tær, tín part av sølu inntøkunum. Um allir føroyingar velja hesa frásøgnina, fara hesar 1,5 milliardir krónur í millum skins og hold í fiskivinnuni, har ein parturin endar sum skattakrónur av lønum og partafelagsskatti, ein partur fer til virðisminking í einari til tíðir ikki kappingarførari vinnu, og restin fer til virðisøking og endar sum vinningur hjá nøkrum fáum føroyingum og hjá nógvum útlendingum, skrivar Rói Egholm millum annað.