Summar Festivalur
Fyrstu atgongumerkini til Summar Festivalin vórðu sett til sølu fyri jól í fjør, og sølan hevur gingið sera væl. Í sambandi við freistirnar, tá ið prísurin er farin upp, eru heilt nógv atgongumerki seld, og nú er farið at ganga undan við atgongumerkjum.
Í mesta lagi 10.000 fólk kunnu sleppa inn til Summar Festivalin, og hetta mark verður sett, so at tey, ið koma á festival, fáa eitt gott upplivilsi og hava pláss á festivaløkinum.
Nú boða fyrireikararnir av Summar Festivalinum so frá, at tað verða bert seld góð 1.000 atgongumerki afturat í forsølu. Tá ið hesi atgongumerki eru seld, verður sølan steðgað.
Tað hevur verið upp á tal at selja dagsbillettir við dyrnar, men hetta verður bert gjørt, um atgongumerki verða eftir, tá festivalurin byrjar.
Vikuskiftispass fáast á Shell-støðunum og í Telebúðunum kring landið.