Tjørnuvíkingar tóku ellivu seyðir í Stakkinum í gjár Sum siður er, bleiv seyðurin úr Stakkinum seldur á uppboðssølu seinnapartin í gjár. Væl gekst, tí uppboðssølan gav góðar 54.000 krónur, sum fara til vælgerandi endamál.
-Tveir veðrar vóru, men annar fór fyri bakka. Hin vigaði 84 pund, sigur Asbjørn Djurhuus, sum er ein av stigtakarunum, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Besta lambið vigaði 49 pund.
Umleið 200 fólk vóru til uppboðssøluna í Tjørnuvík í gjár.









