Seldi 10 skrubbur og misti veiðiloyvi

Ein frítíðarfiskimaður í Danmark fær helst 2.500 krónur í bót og missir rættin til at fiska í Oyrasundi í eitt heilt ár fyri at selja 10 skrubbur við havnalagið, sum hann ikki hevði loyvi til at selja. Haraftrat missir hann tær 75 krónurnar, sum sølan av skrubbunum gav.

Løgreglan í Helsingør viðger í løtuni eina fráboðan, sum danska fiskivinnuumsitingin hevur latið teimum um frítíðarfiskimannin úr Rungsted. Málið snýr seg um ólógliga sølu við havnalagið.

Tað skrivar Helsingør Dagblad.

Soleiðis, sum málið liggur, er vandi fyri, at frítíðarfiskimaðurin verður sektaður ógvuliga hart fyri sína gerð at selja hesar 10 skrubburnar ólógliga. Málið snýr seg í stuttum um, at hann tvær ferðir fyrr í ár hevur selt fimm skrubbur til fólk, sum komu fram við á havnalagnum í Rungsted.

Tað var av tilvild, at ein eftirlitsmaður hjá fiskivinnuumsitingini fann út av hesum, og umsitingin gjørdi skjótt av og meldaði frítíðarfiskimannin til løgregluna.

Fiskivinnuumsitingin krevur, at maðurin verður dømdur at rinda eina bót á 2.500 krónur, og at løgreglan setir honum forboð at fiska í Oyrasundi í eitt ár. Haraftrat krevur fiskivinnuumsitingin, at maðurin eisini skal av við tær 75 krónurnar, sum sølan av skrubbunum gav.